Hvør vil á meg klaga

Hans Adolph BrorsonMikkjal á Ryggi
Orð: Hans Adolph Brorson
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Hvør vil á meg klaga
og til dóms meg draga
út til Sinai?
Mína synd eg skýggi
og til Jesus flýggi,
hann mær gevur frið.
Styrk eg fann,
mín angist svann.
Lív og sæla er mær lagað,
hvør vil tá meg klaga?

2. Hvør vil meg fordøma?
Ei tað kann seg søma
syndasekan mann.
Hvør enn vil meg klaga,
eingin kann meg skaða,
Jesus sigur vann.
Syng mín sál:
«So beiska skál
fyri meg hann vildi tøma;
hvør kann tá meg døma!»

3. Hvør kann her meg saka
og við svikum skaka
burt av røttu leið?
Guð frá yngsta degi
studdi meg á vegi,
um mín fótur gleið.
Tá her frá
eg fara má,
heim til sín hann vil meg taka.
Hvør kann tá meg saka!

FavoriteLoadingGoym tekstin