Hvør vil manna bátin

Orð: Carrie E. Breck
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Jákup Olsen

1. Hvør vil manna bátin,
taka ár í hond?
Hjálparleysar sálir
dríva fjart frá strond;
neyðarróp nú ljóða
hart í myrku nátt;
hvør vil manna bátin,
brúka allan mátt?

Niðurlag:
Hvør vil manna bátin,
halda nú avstað,
hjálpa til at frelsa
sálirnar í dag,
rógva tungan róður,
tolin halda á –
hvør vil manna bátin,
sálum bjarging fá?

2. Hjálparleyst á havi
drívur mangt eitt vrak;
hvør vil kvikur koma,
taka ódnartak?
Tó at stormur leikar,
sjógvur gongur á –
Harrin er við róðrið,
onkur bjargast tá!

3. Gerst enn syndanáttin
svartari enn svørt,
tó av Himli lýsir
náðisólin bjørt;
leggið tí frá landi,
bjargið syndarum,
berið teim fortaptu
evangelium!

FavoriteLoadingGoym tekstin