Hvørja sæla støðu er tað

Orð: A.L.

Lag: Franz Joseph Haydn, Wiliam Samuel Bambridge
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvørja sæla støðu er tað,
vit sum Guds børn eiga her!
Alt ov lítla gleði ber tað
várum hjørtum manga ferð;
vit sum Harrans fólk og prestar
eru ei av verðini,
nei, sum fremmand og sum gestir
fara vit skjótt hiðani.

2. Børn av ljósi og av degi,
ljós í heiminum og salt,
sum Guds børn – áh, stóra gleði –
arva vit við honum alt.
Hugsið: Útvald ætt at vera,
hugsið: Útvald náðiker!
Glatt má tað hvørt hjarta gera,
sum tað navn av røttum ber!

3. Kristi stríðsmaður er tryggur,
fíggindin – bert skomm fær hann;
Harrans einglaherur liggur
runt um tey, sum óttast hann;
um mót óndskaps andaheri
hart vit stríða mangan dag,
vita vit, at fleiri eru
tó í parti okkara.

4. Um so alt her niðri treingist,
er vár hvíla søt og sæl,
sum Guds børnum okkum leingist
bert, at Harrin koma skal;
Guds útvaldu, elskuligu,
ja, hans egna samkoma,
tá skal gleða seg í friði,
njóta fulla sæluna.

FavoriteLoadingGoym tekstin