Hvørji eru hasi, sum á smala vegnum ganga fram

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Hvørji eru hasi, sum á smala vegnum ganga fram,
sum til heimsins fjas ei renna, eftir rós ei eru gram;
sum frá tíðarinnar fráfalsstreymum burtur halda seg?
– Tað eru tey sum hava sagt farvæl til heimsins veg!

Niðurlag: Tey hava tváað síni klæði, gjørt tey hvít í Lambsins blóð’,
hóast vird sum annað gólvsóp gjørt tey hevur Harrin tó
til eitt ævigt kongadømi og til prestar fyri Sær,
eingin makt og eingin mótgongd rivið tey úr hond Hans fær.

2. Ei í Sodoma tey trívast, ei hjá Lot tú finnur tey,
ei á vínstovum tey sita, elska heimsins lyst og eyð;
nei, í Tjaldbúð Guðs tey tæna, fyri Guði halga seg,
– tað eru tey sum hava sagt farvæl til heimsins veg!

3. Hvørji eru hasi, sum í vatnið lýðin stigu út,
sum við Kristus’ vórðu grivin og við Honum risu upp,
ei á tóma læru byggja, men til Orðið halda seg?
– Tað eru tey sum hava sagt farvæl til heimsins veg!

4. Hvørji eru hasi, sum av gleði strála dag um dag,
tó tey sviðan mangan kendu her frá følskum brøðralag,
og til áirnar í Bábel ikki aftur ynskja seg?
– tað eru tey sum hava sagt farvæl til heimsins veg!

5. Hvørji eru hasi, hvítklædd fyri Trónu Guðs ein dag
munnu standa endurloyst og frí og syngja loyst og glað?
Gloymt tey hava heimsins møði, yvir arvin gleða seg,
– tað eru tey sum hava sagt farvæl til heimsins veg!

FavoriteLoadingGoym tekstin