Hvørji eru tey, sum frí og frelst vit sjá

Orð og lag: Tullius C. O’Kane
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvørji eru tey, sum frí og frelst vit sjá
syngjandi standa Harrans trónu hjá,
glað tær gyltu hørpur slá,
tváað í blóðinum?

Niðurlag:
Frelst fór sálin heim í hin fagra, ljósa stað,
tváað í Lambsins dýra blóði;
har hon glað skal búgva hin endaleysa dag,
tváað í blóðinum.

2. Tað eru tey, sum her í ungdómstíð
lærdu at hvíla Jesu favni í,
stríddu her hitt góða stríð,
tváað í blóðinum.

3. Tað eru tey, sum her í sorg og neyð
søktu ta hjálp, sum Jesus teimum beyð;
sannleiksvegir gingu tey,
tváað í blóðinum.

4. Tað eru tey, sum liðu fyri hann,
sum teimum lív við krossins deyða vann;
nú tey einki saka kann,
tváað í blóðinum.

5. Glað nú tey ganga har við lívsins flóð,
krúnur tey bera, klæði hvít sum snjó;
har er friður, hvíla góð –
tváað í blóðinum.

FavoriteLoadingGoym tekstin