Hvørjum man tykja vakurt hjá sær

Orð: Fríðrikur Petersen
Lag: Alexander Enniberg
Viðmerking: Yrktur til gullbrúdleypsveitslu fyri Christiani IX í Havn 26. mai 1892

1. Hvørjum man tykja vakurt hjá sær,
vakrast í Føroyum tykir mær.

Tað er so vakurt í Føroyum at búgva.

2. Føroyar, mín móðir, víst ert tú fríð
í grønum stakki um summartíð.

3. Tá kvøld og morgun á vinahátt
blídliga heilsast um miðjunátt.

4. Og havið, troytt av at berjast við teg,
við tínar føtur hvílir seg.

5. Føroyar, mín móðir, víst ert tú prúð,
tá ið tú klæðist í vetrarskrúð.

6. Víst ert tú, móðir, føgur og fín,
klædd í hitt skínandi hvíta lín.

7. Tá glampar á himli stjørnulind,
norðlýsið blaktrar um fjallatind.

8. Uppal tíni børn sum móðir rætt,
lat tey ei bregða burtur úr ætt.

9. Gev teimum Tróndar skarpa vit,
men Sigmunds bjarta hjartalit.

10. Gev teimum tolgóða, sterka sál,
gev teimum Sverris vilja sum stál.

Tað er so vakurt í Føroyum at búgva

FavoriteLoadingGoym tekstin