Hvørki lítið ella stórt

Orð: James Proctor
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvørki lítið ella stórt
fattast, syndari!
Alt er liðugt, alt er gjørt,
langt, langt síðani.

Niðurlag:
Alt er fullgjørt!
Jesus bar
øll tey strongu boð,
lívið keypti tær og mær –
er tað ikki so?

2. Jesus kom av Himlinum,
legði alt á seg,
stríddi, vann á krossinum;
hoyr, hann kallar teg!

3. Troytta sál, hví strevar tú
undir byrðini?
Gleð teg, alt er útint jú,
langt, langt síðani!

4. Upp at honum halla teg,
júst so sum tú ert!
Gera førir ongan veg,
ber til deyðan bert.

5. Alt títt egna, hvørja gerð,
av tær leggi tú,
og í Jesu verki ver
fríur, frelstur nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin