Hvørt eitt ljós á lívsins nátt

Orð: W.A. Wexels
Týtt: J. Nolsøe

1. Hvørt eitt ljós á lívsins nátt
hvør ein troyst í lívsins trega,
alt, várt hjarta veit at gleða,
sálargrip og likamsmátt,
alt, ið vakurt eygað skoðar,
dýrd, oss andin gav í lut,
alt, oss milt í hjarta logar,
skapar kærleiki tín, Guð.

2. Hann er himnagávan góð,
hann er sannleiks kelda fríða,
vellur rík og rennur víða,
lívsins dýrdarreina flóð,
gjøgnumstreymar lívið veika,
ger tað frítt og gróðrarligt,
letur ljóm av himni leika
á tess blómur yndisligt.

3. Ljósins faðir, góði Guð,
tú við páskasólarrisi
gav oss aftur paradisið,
strikar synd og sorgir út.
Mínar syndir við tú náðar,
frelsti meg í Jesu navn,
lív og sælu bjart tú boðar,
tekur meg í faðirfavn.

FavoriteLoadingGoym tekstin