Hvørt eitt mansbarn tykist hava sítt at práta um

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Páll á Lakjuni
Upprunaheiti: Let the whole world know

Hvørt eitt mansbarn tykist hava sítt at práta um,
hvør og ein vil hugsa sítt og siga alt tað, sum
ofta bert er túnatos og ofta órættvíst.
Skuldu vit, sum kenna Gud, ei kærleika hans lýst.

Lat tað koma út.
Gud er vónin sæl (um ævir).
Lat tað koma út.
Trygt hann leiða skal
(hvørt stig á vegnum).

Tá vit vórðu endurfødd,
tá í neyð vit illa stødd
hoyrdu Jesu hirðarødd.
Lat tað koma út.

Lat tað koma út.
Markin búgvin er (vit fara).
Lat tað koma út.
Hann til onnur ber.
(teimum tørvar hann).

Eins og vitin skínur bjart,
spjaðir náttarmyrkrið svart,
vit um frelsu rópa hart.

Lat tað koma út.
Lat tað koma út.
Lat tað koma út.
Lat tað koma út.

FavoriteLoadingGoym tekstin