Hvørt eitt stig

Heine LützenRegin Guttesen
Orð: Heine Lützen
Lag: Regin Guttesen

Tú kanska undrast á tann eld,
ið komin er at royna teg,
og spyrt bert, hví tað henda skal,
og skilir ikki heilt mín veg.

Gongur tú ígjøgnum vøtn,
eri eg har nær hjá tær,
um tú gongur gjøgnum eld,
skal login einki saka teg.

Eins og gull eg reinsi teg,
so tú kanst verða eins og eg,
hvørt eitt stig við mína lið,
eg leiði teg við míni hond,
sum brúður mín, klødd í lín,
við mína lið á gyltu strond.

Tá ið mótgongd brestur á,
nýtist tær ei óttast tað,
hóast tú vart frelstur tá,
vil eg frelsa teg hvønn dag.

Eg evni teg,
reinsi teg,
so tú kanst vera eins og eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin