Hvørt stig, eg stígi, Jesus veg skal vísa

Orð og lag: W. Elmo Mercer
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Each step I take

1. Hvørt stig, eg stígi, Jesus veg skal vísa,
hans eyma kærleikshond hvønn dag meg ber.
Hvør andadráttur mín má honum prísa,
áh, hvør frøi ferðalag hans er.

Niðurlag: Hvørt stig, eg stígi, veit eg, hann meg leiðir,
á hægri grund hvønn dag hann lyftir meg,
inntil ein dag hitt síðsta stig er stigið,
hvørt fótafet ber nærri Dýrdini.

2. Eg stundum kenni, trúgv mín fer at ridla,
tá vandi hóttir meg, og mótið fer.
Eins og í forðum hann kann stormin stilla,
bert eitt orð, og blikalogn hann ger.

3. Tí kann eg tryggur ferðast fram hvønn dagin,
hann hevur lívið æviga í hond.
Hann eigur lykilin til Himmalstaðin,
skjótt eg náa skal ta gyltu strond.

FavoriteLoadingGoym tekstin