Hvørt tað ríki lágt má liggja

Orð: Valdimar Briem
Týtt: J. Patursson

1. Hvørt tað ríki lágt má liggja,
har sum ósemja man byggja,
mótstríðandi sjálvum sær.
Minsta ríkið er mansins hjarta,
mikið tó so sundur partað
tað av illum andum er.

2. Illar andar hjálp at reka,
sjálvgóðsku og vantrú freka,
Jesus, burt úr hjarta mær.
Illar lystir legg tú niður,
gev, har inni verður friður,
lat meg altíð tæna tær.

3. Reinska tú so, Harri góði,
hjarta mítt við tínum blóði,
Harri, ger tað reint og frítt,
Harri, lat ei illan anda,
illan lyst, sum vil mær granda,
aftur fá har setur nýtt.

4. Bygg tú har og væl um vanda
bústað fyri náðaranda,
so at sál mín ynskja má:
Hjarta mítt hin andi besti
taki sær sum ogn og festi!
Harri, lat tað verða svá.

5. Andi trúar, andi vónar,
andi Jesu Krists Guðs sonar,
andi dýra kærleik hans!
Lat títt sannleiks ljós hitt bjarta
lýsa skært í mínum hjarta
og við hita kærleikans.

FavoriteLoadingGoym tekstin