Hvørvisjón

Lag: Stenka Rasin

Rákin mær í munnin rennur,
her so fjart frá Føroya strond,
minnist angan, kom nú penur,
fest tað her við mína hond,
kvøð mær fyrst um skerpikjøtið,
hví ei turkast kann tað her?
ella drýlin drýp í fløtið,
her bert hall og hungur er.

Válgari og blóðmørsindur,
fyltur speril, seyðarhøvd,
ræstur ryggur og eitt sindur
afturvið, fer í hvønn vødd,
bótasúpan, bótin piðað,
nátin feitur, tvøst og spik,
lomvigin, ei tær at siga,
gott í beinið, uttan svik.

Ræstur fiskur, hvat er betur,
garnatálgin afturvið,
ella turran, tú hann etur,
og so spikið – tig; áh-tig;
Havið stóra, Føroya hjallur,
havið gav, og havið tók,
ungur, gamal, kvendi, kallur,
tygnar teg næst halgubók.

Seið og livur, gloym ei knettið
kjálkafisk og lippusteik,
hvørvisjón á borðið setti,
hon meg mangan illa sveik,
vølir mær í maga murra,
hugur mín hann angar ræst,
alt tað góða alt tað turra,
alt tað besta ei her fast.

Borð mítt borðreið, verð til vildar,
svík meg ei í hesi neyð,
gev burt allar hallir gyltar,
gev mær bara Føroya breyð.
Borð mítt væl nú borðreitt hevur,
ella durvað havi eg,
dreymur mín her alt mær gevur,
takka vil eg fyri meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin