Hvørvisjónin

Orð: Hanus Kamban
Lag: Bent Jacobsen

hann fløvar seg við minnini og skonkir sær uppí
so ikki ov skjótt rennur av
hann sutlar sær stirðil úr tí farnu tíð
tá vesturheims sól fer í kav
tá lýdni var lóg og tey fátæku fús
ótu molar við ríka mans borð
tá óttin enn ráddi og kvinnan enn við frið
aktaði húsbóndans orð

men sært tú í havsbrúnni vinur mín eitt far
sum mót tíðini andróður rør
og hann sum hevur pening og hann sum hevur vald
har heldur um stýrisvøl

hygg har glitrar eitt tár og hann spyr seg hvat er hent
og hvør hevur veitsluna spilt
at sveittandi stjórum nú verður bara flent
meðan gomul og veik fáa styrk
og tey hjálpa og tey hjúkla um slitin og sjúk
sig mær hvør kennir tjóðskaparyl
og kvinnan er kræsin og flættast ikki við
og krevur at brúka sítt skil

men sært tú í havsbrúnni vinur mín eitt far
sum mót tíðini andróður rør
og hann sum hevur pening og hann sum hevur vald
har heldur um stýrisvøl

men skulu vit spilluni koma heilt til lívs
og fáa her frískari luft
má ókrút sum júkar um javnað og um hjálp
koppsetast ímóti fornuft
og vilja tey ikki ja so høgga vit av tá
og kanska av hælinum við
og er tað tá ein sonur sum liggur eftirá
so hava vit tó fingið frið

og tá stevnir mót landi tað glæsiliga far
sum mót tíðini andróður rør
og hann sum hevur pening og hann sum hevur vald
har hevjar sítt rættvíssvørð

FavoriteLoadingGoym tekstin