Hvussu kann eg vita?

Anker Eli PetersenTerji RasmussenKim Hansen
Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen og Kim Hansen

Uttan at eg visti hví,
traðkaði eg mitt útí,
kom at siga okkurt,
sum fekk øðina í teg.
Vit og skil fór fyri borð,
kaffikrúss og skitin orð,
fuku sum ein vetraródn
um oyruni á mær.

Hvussu kann eg vita,
at eg øsi teg?
Hvussu kann eg vita…?

Sprakk um mína egnu gátt,
út í myrku niðunátt,
hálva klædnaskápið
fylgdi eftir út í tún.
Grannalagið fylgdi við,
fingu ongan náttarfrið,
sótu runt í stovunum
og flentu eftir mær.

Hvussu kann eg vita…?

Fjakki um ein myrkan bý,
uttan heilt at vita hví.
Regnið sílar niður
eftir rygginum á mær.
So skjótt tað rennir fyri meg.
hvat tað var ið østi teg,
skal eg koma grulvandi
og bøna teg um grið.

Hvussu kann eg vita…?

FavoriteLoadingGoym tekstin