Hvussu var tað nú hon æt

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

minnist tú ungdómsins torføra vár
tá tú vart
bara fimtan
ókendar kenslur seg trokaðu fram
vildu út
út at spæla

í nýggjasta móta í skúlagarðinum
við frøknum uttan tal
men tann einasta eina teg ongantíð sá
hvussu var tað nú hon æt

fríggjakvøldsbiltúrur baksetursfjas
og tú fekst
fyrsta fríggið

við blóðreyðum kjálkum
og bankandi hjarta
til hús
ringt at sovna

men stokkut var gleðin og lagnan ísakøld
longu næsta leygarkvøld
í dansistovumyrkrinum ein annar tók títt pláss
hvussu var tað nú hann æt

tað kvøldið ein eiður í luftina fleyg
og tú svór:
aldri aftur!
men tíðin tíbetur hon lekir øll sár
tó tað var
í síðstu løtu

men árini gingu tú mátti ganga við
inn í vaksnamannalið
og ofta um nætur
tú minnist farna tíð
hvussu var tað nú hon æt

FavoriteLoadingGoym tekstin