Hygg á Jesus í skiftandi tíðum

Orð og lag: Karl David Wickberg
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Du får lägga på Jesus din börda

1. Hygg á Jesus í skiftandi tíðum,
trúgvur vinur á leið tær hann er,
hann tær fylgir í brattastu líðum,
og í myrkri hann ljós til tín ber.

Niðurlag: Tínar byrðar hann lovar at bera,
sum við vin tín tú tala við hann,
tínar bønir har svaraðar verða,
aftur lívsvón hann birta tær kann.

2. Tá í ódnarnátt óttin teg nívir,
hann teg troystar og vakir við tær,
kveikir ljós, veitir skýli, sum lívir
mót teim brotum, ið hótta títt far.

3. Tá til freistingarleið tú tær hallar,
er hann nær – vend tær til hann í bøn.
Ei til fánýtis á hann tú kallar
– friður Guds tá skal verða tín løn.