Hygg á Jesus, troytta sinn

Philip Paul BlissVictor Danielsen
Orð og lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Look and live

1. Hygg á Jesus, troytta sinn,
hygg og liv, hygg og liv!
Hygg á hann og lívið vinn,
hygg og liv!
Síggj hann doyggja deyða tín,
hygg og liv, hygg og liv!
Hoyr hann siga: Kom til mín!
Hygg og liv!

Niðurlag: Hygg á hann á krossinum,
hygg á hann í orðinum,
flýggja undan deyðanum,
hygg og liv!

2. Troytta sál, sum syndin vann,
hygg og liv, hygg og liv!
Gloym nú teg, men hygg á hann,
hygg og liv!
Trælkar Satans megi teg,
hygg og liv, hygg og liv!
Jesus sigur: Hygg á meg!
Hygg og liv!

3. Ert tú vilstur langt av leið,
hygg og liv, hygg og liv!
Sig nú ei til kallið nei,
hygg og liv!
Jesus rópar, hoyrir tú?
Hygg og liv, hygg og liv!
Hvør, sum vil, kann koma nú,
hygg og liv!

FavoriteLoadingGoym tekstin