Hygg ei eftir vindinum

Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen

Tú lærdi meg so mangan at lýða lívsins boð.
Í vindinum eg sveimaði og fór heilt upp á flog.
Alt tað bar jú til, men tá ið eg so datt,
vísti tú mær vegin, tú aftur hevði rætt.

Niðurlag: Sannleikan um Gud úr svørtu bók tú fann,
versið eitt tú vísti á, eg aldri gloyma kann:
hygg ei eftir vindinum, so sáar aldri tú,
hygg ei eftir skýggjunum, men heysta her og nú.

Kundi ilskast inn á teg, eg vildi heilt upp frá.
Tú ei spentur var sum eg, bert settist afturá.
So við og við eg lærdi, at tað tú vísti mær,
var vísdómur og royndir, har eygað ikki sær.

Sum fuglurin, ið flýgur vekk til fjaru heitu lond,
tú ert lendur heima har á føgru himmalstrond.
Smílandi eg hyggi upp á bláa himmalhav,
innan í mær goymi lærdómin, tú gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin