Hygg, ein fjøld av sálum glaðum

Orð og lag: R. E. Hudson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hygg, ein fjøld av sálum glaðum
fer móti Ljósins Hæddum fram,
klødd hon er í hvítum klæðum,
reinsað er frá synd og skamm.

Niðurlag: Tað er Lambsins Brúður, hon sum skal standa,
tvigin við Guðs Sonar blóð’,
uttan blett og lýti, frelst út úr vanda,
við Guðs Trónu syngjandi fró!

2. Á, hoyr sangin søta dregur
jørð og himmal tætt at sær.
Skarin, hann sum sigrað hevur,
lyftir Merkið víða hvar.

3. Ongan ótta meir vit bera,
óndskapsálop einki ger;
skjótt vit skulu triumfera,
longu nú vit frøast her.

4. Lova Harranum, lyft Merkið,
tí vár sigur nú er nær.
Skunda tær at gera verkið,
sum Hann hevur álagt tær.

Niðurlag: Tað er Lambsins Brúður, hin blóðkeypti Skarin,
keyptur frá jørð heim til Guð!
Hann frá heimsins Bábylon út er farin,
valdi her hin góða lut!

FavoriteLoadingGoym tekstin