Hygg, fjøldin til Golgata gongur

Victor Danielsen
Orð: Hjalmar Hansen
Lag: Silas J. Vail
Týtt: Victor Danielsen

1. Hygg, fjøldin til Golgata gongur,
og Jesus ímillum tey fer!
Tey hjartaleyst spotta og háða,
hann blóðigu sárini ber.
Tó sakleysur, myrdur hann verður,
hann valdi hin tornfulla veg,
men eymur hann alt fyrigevur,
hann gjørdi tað alt fyri meg.

Niðurlag:
Hann gjørdi tað alt fyri meg,
hann gjørdi tað alt fyri meg;
hans elskandi hjarta er brostið,
hann gjørdi tað alt fyri meg.

2. Tað var um hin níggjunda tíma,
tá hoyrdist eitt angistfult róp:
Mín Gud, hví ert tú farin frá mær? –
Og vinirnir flýddu í hóp.
Har hekst tú í kvølfullum myrkri,
og bylgjurnar brutu á teg,
Guds strangasta vreiði teg tærdi,
tú gjørdi tað alt fyri meg.

3. Eg tysti – áh, hugsa, tann pína,
eg tysti – áh, hugsa um tað!
Áh, ja, hetta elskandi hjarta
er tyst eftir sálum í dag!
Hann gloymdi seg sjálvan í deyða,
hann hugsaði ikki um seg,
hann søkti bert okkara frelsu,
hann gjørdi tað alt fyri meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin