Hygg fjøldin

Victor Danielsen
Orð: Hjalmar Hansen
Lag: Ókendur
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Se mengden til Golgata iler

1. Hygg, fjøldin til Golgata gongur, og Jesus
ímillum tey fer! Tey hjartaleyst spotta og háða,
hann blóðigu sárini ber. Tó sakleysur, myrdur
hann verður, hann valdi hin tornfulla veg, men
eymur hann alt fyrigevur,
hann gjørdi tað alt fyri meg.

Niðurlag: Hann gjørdi tað alt fyri meg,
hann gjørdi tað alt fyri meg;
hans elskandi hjarta er brostið,
hann gjørdi tað alt fyri meg.

2. Tað var um hin níggjunda tíma, tá hoyrdist
eitt angistfult róp: Mín Gud, hví ert tú farin frá
mær? – Og vinirnir flýddu í hóp. Har hekst tú
í kvøldfullum myrkri, og bylgjurnar brutu á teg,
Guds strangasta vreiði teg tærdi,
tú gjørdi tað alt fyri meg.

3. Eg tysti – á, hugsa, tann pína, eg tysti – á,
hugsa um tað! Á ja, hetta elskandi hjarta
er tyst eftir sálum í dag! Hann gloymdi seg
sjálvan í deyða, hann hugsaði ikki um seg,
hann søkti bert okkara frelsu,
hann gjørdi tað alt fyri meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin