Hygg, Frelsarin, hann stendur

Victor Danielsen
Orð: William Walsham How
Týtt: Victor Danielsen

1. Hygg, Frelsarin, hann stendur
við hjartans stongdu dyr!
Í kærleika hann bankar
og sigur enn sum fyrr:

Niðurlag:
Her standi eg við dyrnar og banki enn,
her standi eg við dyrnar og banki enn;
og hoyrir ein mína rødd
og letur mær upp, eg fari inn.

2. Hvat leið, hvat leið hann ikki
at frelsa teg frá synd!
Lat upp, lat upp tí dyrnar,
bið Harran koma inn!

3. Hvør mild er ikki røddin,
ið kallar nú á teg:
Eg toldi krossins deyða,
sig, trýrt tú ei á meg?

FavoriteLoadingGoym tekstin