Hygg, Harrin er við hjartans dyr

Fanny CrosbyVictor Danielsen
Orð: Fanny Crosby
Lag: Phoebe Palmer Knapp
Týtt: Victor Danielsen

1. Hygg, Harrin er við hjartans dyr,
hann kallar, bankar enn sum fyrr!
Við kærleiksrødd hann bønar har:
Lat upp, lat upp nú fyri mær!

Niðurlag: Hygg, Harrin er við hjartans dyr,
hann kallar, bankar enn sum fyrr!
Og, sál, sum ei er frelst og glað,
lat fyri honum upp í dag!

2. Hann tornakrans bar fyri teg,
so djúpt, so djúpt hann boygdi seg;
nú kallar hann og væntar svar:
Lat upp, lat upp nú fyri mær!

3. Hitt orð hann segði krossi á:
Tað fullgjørt er! – áh, lít tað á!
Hin rødd, nú kallar hon hjá tær:
Lat upp, lat upp nú fyri mær!

4. Hann ber tær ljós, hann ber tær frið
og ævigt lív og gleði við;
hin rødd tí krevur snarligt svar:
Lat upp, lat upp nú fyri mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin