Hygg hitt Guds Lamb

Orð: Neal A. McAuley
Lag 1: Charles Hutchinson Gabriel
Lag 2: Lewis H. Redner
Týtt: Jákup Olsen

1. Hygg hitt Guds Lamb,
Guds reina Lamb,
sum doyði trænum á,
at syndarar sum eg og tú
í honum lívið fá!

Niðurlag:
Áh, syng um kærleik hans,
og boð um hans náði ber!
Ja, bert í lívd av veingjum hans,
har trygd og gleði er!

2. Hygg, úr hans síðu rennur enn
blóðkeldan rein og góð!
Í henni eg mær tváaði
og hvítur varð sum snjó.

3. Hygg krossin tunga, sum hann bar,
har hann mær frelsu vann!
Mín sál í allar ævirnar
skal syngja hátt um hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin