Hygg, hygg á Jesus á krossins træ

Victor Danielsen
Orð: F.T.W.

Lag: John H. Stockton
Týtt: Victor Danielsen

1. Hygg, hygg á Jesus á krossins træ,
hvussu hann leið fyri teg hin dag,
hoyr nú hans kall! – vilt tú akta tað? –
Hygg á Meg og liv!

Niðurlag:
Hygg á hann og liv, hygg á hann og liv!
Hygg á hin kross, har hann deyðan leið,
hygg á hann og liv!

2. Ynskir títt hjarta at fáa frið,
eiga tað lív, sum er ævigt? – Sig!
Hetta kann fáast og meiri við –
hygg á hann og liv!

3. Hygg, hvussu aftur úr grøv hann steig,
hygg og ver frelstur nú – drála ei,
lat ikki vilja tín siga nei –
hygg á hann og liv!

4. Frelsarin biður jú fyri tær,
og tað, teg møðir, hann gjølla sær;
lurta nú, meðan hann er tær nær –
hygg á hann og liv.

FavoriteLoadingGoym tekstin