Hygg, hygg nú á Guds Lamb!

Orð: H. G. Jackson
Lag: James M. Black
Týtt: Andrew Thomsen

1. Ynskir tú frið og hvíld í hjartað fá,
hygg tá bert á Guds Lamb!
Hann teg at frelsa doyði krossi á,
hygg, hygg nú á Guds Lamb!

Niðurlag: Hygg, hygg nú á Guds Lamb!
Hygg, hygg nú á Guds Lamb!
Hann, eina Hann frá synd teg frelsa kann,
hygg, hygg nú á Guds Lamb!

2. Tá Satan freistar, ivi hjartað vann,
hygg tá bert á Guds Lamb!
Í Jesu navni sigur vinnast kann,
hygg, hygg bert á Guds Lamb!

3. Og um tú troyttast, tykist leiðin long,
hygg tá bert á Guds Lamb!
Skjótt tú í Himli syngur takkarsong,
hygg, hygg nú á Guds Lamb!

4. Um skuggar tyngja og gerst gøtan hál,
hygg tá bert á Guds Lamb!
Jesus í øllum alt er tíni sál,
hygg, hygg nú á Guds Lamb!

FavoriteLoadingGoym tekstin