Hygg ikki aftur, áh, sál, ansa tær

Orð: Fanny Crosby
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Hygg ikki aftur, áh, sál, ansa tær,
flýggja til fjals, tí títt skýli er har!
Lurta ei eftir, hvat steðga tær má!
Jesus teg kallar, sál, og drálar tú tá?

Niðurlag:
Tak móti ávaring, steðga ei har,
flýggja av slættanum, hjálpin er nær!
Vend tær frá øllum, sum forða tær má –
Jesus teg kallar, sál, og drálar tú tá?

2. Hygg ikki aftur! Fortaptur tú fert;
blaka nú frá tær tann iva, tú bert!
Vandi og myrkur umgyrða tín veg;
drálar tú enn, áh, sál, tó Gud kallar teg?

3. Hygg ikki aftur, áh, myrk er tann leið!
Kvikur til fjals, hygg, tín gøta er greið!
Jesus teg elskar og kallar teg nú:
Kom, eg skal frelsa teg – og drálar tú tá?

FavoriteLoadingGoym tekstin