Hygg inn í Jesu eygu

Orð og lag: Nils-Erik Bergmann og Per Olof (Pelle) Karlsson
Týtt: Billy Hansen

1. Hygg inn í Jesu eygu,
og brátt tú sært tað, tú ei fyrr sást,
eitt eygnabrá av kærleika,
sum verðin ei hevur sæð.

2. Lurta, tá Jesus talar,
tú hoyrir rødd, sum ei fyrr tú hoyrdi,
ein rødd, so full av kærleika,
sum verðin ei hevur hoyrt.

3. Fylg honum, har hann gongur,
og brátt tú merkir, hann heldur um teg.
Tú aldri gongur eina,
hann altíð er tær við lið.

FavoriteLoadingGoym tekstin