Hygg, Kongur konga er hátign latin í

Chris TomlinSímun Jóannesarson Hansen
Orð og lag: Chris Tomlin
Týtt: Símun Jóannesarson Hansen

1. Hygg, Kongur konga er
hátign latin í,
lat heimin gleða seg,
heimin gleða seg.

2. Av ljósi umgirdur,
so myrkrið flýggja má,
tað skelvur við hans rødd,
skelvur við hans rødd.

Niðurlag: Mín Gud stórur er, syng við mær:
mín Gud stórur er, er altíð nær,
mín Gud, mín Gud stórur er.

3. Í ævir livir hann,
tí tíðin, hon er hans,
hann byrjan, endi er,
byrjan, endi er.

4. Tríeinur Gud hann er,
Faðir, Sonur, Ond,
syng honum lov og prís,
syng honum lov og prís.

FavoriteLoadingGoym tekstin