Hygg, Kristus mær hevur opinberað

Orð og lag: A. C. Valdez
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hygg, Kristus mær hevur opinberað:
Tann, Sonurin ger frælsan, frælsur er!
Ei nýtist tær í sál at ganga bundin,
Guð kann teg fría her!

Niðurlag: Frí, frí, frí,
sál mín er frelst og frí!
Fyrr var hon blind, nú sanna eg kann,
at hon er frí, frí, frí!

2. Tá Dánjal til leyvurnar varð beindur,
tá trúðu øll, hann deyðans gap fór í;
men eingil Guðs hann varðveitti har niðri,
hans sál var frí, frí, frí!

3. Teir tríggir, sum í ovnin vórðu tveittir,
av Himli vórðu vardir eldi í;
og prísandi teir komu út og sungu:
Mín sál er frí, frí, frí!

4. Ápostlarnir í avmakt sótu bundnir,
Guðs Fólk sat óttafult í bygd og bý’,
tá tungur sum av eld’ til sjóndar komu,
tey gjørdust frí, frí, frí!

5. Tá Paulus og Silas høvdu talað,
tá reisti seg hørð mótstøða og stríð!
Men hóast teir í fangahúsi enda
var sálin frí, frí, frí!

6. Jóhannes sendur varð til oynna Patmos,
tað finnur hann seg gleðiliga í!
Ei kundu teir í bond tó ond hans leggja,
tí hon var frí, frí, frí!

7. Og enn í dag vil undurfult Guðs Andi
varðveita teg í hesi fløktu tíð;
í Andanum tín sál seg tó kann frøa
og syngja frí, frí, frí:

FavoriteLoadingGoym tekstin