Hygg, í Synagoguni í Nazaret tey sita kvirr

Orð og lag (1994): Kajfinn Hammer

1. Hygg, í Synagoguni í Nazaret tey sita kvirr,
tá ein rødd tey vekur upp, sum aldri hoyrt tey hava fyrr!
Upp úr rulluni Hann lesur: Harrin salvað hevur Meg
til at bera fangum frælsi, vísa sálum Lívsins Veg!

Niðurlag: Her er meira enn Sálomo, ja, meir enn Templið frítt,
meir enn tankabygningar av mannaávum bygt og prýtt!
Her er Jesus, Messias, Guðs Salvaði, Guðs Hond,
og í Honum býr øll fylling Guðs, Guðs kraft og Guðs Ond!

2. Hygg, Hann reisir upp hin deyða og hin sjúka grøðir Hann,
tann, sum fallin var í synd, hjá Honum fyrigeving fann;
Hann við samkenslu Seg boyggir eymliga til tann sum fall,
– og nú bankar Hann á hjarta títt, sig, hoyrir tú Hans kall?

3. Hygg, við vatnið har í Naftali Hann pínir fólksins kor,
og Hann grøðir tey og talar til tey salvað, lívssæl Orð.
Hoyr, hvønn vitnisburð Hans fíggindi í undran Honum ber:
Aldri talað hevur nakað menniskja sum Hesin ger!

4. Hygg, við Føgrudyr í Templinum eitt neyðardýr har lá,
bønandi í vón hann Pætur og Jóhannes heitir á
um olmussu, men teir svara: Her er meir! – Statt upp og gakk!
Og hann reistist, hygg, hann rópar út av hjarta’ fylt við takk:

5. Hygg, í Skriftunum teir granska, skriva mangt kompendium,
men ei fata hvat tær siga, hvat um Hann tær tala um!
Tí í loyndardómum trúarinnar ei teir eiga lut:
Hann er Skapari alheimsins og hin einasti Guð!

6. Kæra sál, í tínum hjarta, tínum munni er nú nær,
trúarorðið, sum vit prædika í myndugleika tær;
kom í hesi stund til Jesus, Honum yvirgev nú alt,
tá skal syndabyrðan hvørva og ásanna víst tú skalt:

FavoriteLoadingGoym tekstin