Hygg, teir í briminum søkka í dag

Victor Danielsen
Lag: Jens Guttesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Hygg, teir í briminum søkka í dag!
Frels ein, frels ein!
Sálirnar reka til deyðan avstað;
frels ein, frels ein!

Niðurlag:
Virkið tilsamans, Guds børn, verið snar,
frels tey við bøn og við orðinum, far,
hugsa, tann gleði, um ein heim tú bar!
Frels ein, frels ein!

2. Far út í myrkrið, har synd er og last!
Frels ein, frels ein!
Leið tey til Jesus, men ger tað við hast!
Frels ein, frels ein!

3. Brøður, vit mugu tey frelsa í dag!
Frels ein, frels ein!
Gud verður ærdur, og vit verða glað;
Frels ein, frels ein!

FavoriteLoadingGoym tekstin