Hygg út, mín sál, hygg Harrin her

Orð: Jákup Olsen
Lag: Jens Guttesen

1. Hygg út, mín sál, hygg Harrin her,
stillur um Kedrons løk hann fer,
hann fyri syndir líða má,
syndarin tí kann frelsu fá.
Lyftist tit upp, tit ævigu dyr!
Konganna Kongur koma vil.

2. Sært tú hann í Getsemane
sveitta í angist fyri teg?
Sig, áh, hvør var ein sorg, sum tann,
sorganna maður lýðin fann!
Lyftist tit upp, tit ævigu dyr!
Konganna Kongur koma vil.

3. Leið spott og tornakrýndur varð,
blóðigi ryggur krossin bar,
negldur á krossin, deyðan fann,
syndofrið stóra fram bar hann.
Lyftist tit upp, tit ævigu dyr!
Konganna Kongur koma vil.

4. Men upp hann reis, fullgjørt var verk,
sigrað varð deyðans megi sterk.
Hvør tann, sum her nú trýr hann á,
frelsu og frið og lív skal fá.
Æviga portur, opnað ver!
Konganna Kongur kemur her!

FavoriteLoadingGoym tekstin