Hyggið á meg og verið frelst

Orð: William P. Mackay
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Look unto me!

1. Hyggið á meg og verið frelst!
Tit fólk av hvørji tjóð,
rík, fátæk, hyggið, stór og smá,
ung, gomul, ónd og góð!

Niðurlag: Hygg, hygg á hann, og verð nú frelst,
hvørt troyttað hjarta her!
Áh, hygg nú, meðan enn tú kanst,
hygg, og tú frelstur er!

2. Hyggið á meg og verið frelst!
Hygg nú – far ei avstað!
Fortaptur, deyður – sum tú ert –
hygg nú – í dag, í dag!

3. Hyggið á meg og verið frelst!
Hygg ei á teg, men hann,
hygg ei á iva, ótta, synd,
á bøn og tár, sum rann!

4. Hyggið á meg og verið frelst!
Hygg, verkið alt er gjørt!
Hygg, hygg á Guds krossfesta Son!
Alt hevur hann fullført.

FavoriteLoadingGoym tekstin