Í ævir, Gud, við tær

Orð: James Montgomery
Lag: Isaac B. Woodbury, Charles J. Vincent
Týtt: Victor Danielsen

1. Í ævir, Gud, við tær –
amen, so veri tað!
Í hesum orði sál mín lív
av deyða hevur sæð.
Míns likams fongsil nú
meg steingir honum frá;
tó nærkist eg hvønn stuttan dag
tí stund, eg hann skal sjá.

2. Míns Faðirs heim – hvør nær
títt gylta portur er,
tá trúareygað ber meg upp
um sorg og myrkur her!
Av tráan suffar tá
hin tysti andi mín
at kunna flúgva hagar upp,
Jerúsalem, til tín!

3. Í ævir, Gud, við tær!
Lat, Harri, longu nú
í støvinum meg kenna tað,
at alt – mítt alt – ert tú!
Halt tú í mína hond,
tá ei eg falla kann!
Tí tá tú stríddi fyri meg,
tá stóð eg, og eg vann.

4. Tá forhangið ein dag
lyft verður eyga frá,
meg deyðin loysir deyða frá
og letur lív meg ná;
tá skal eg skoða teg,
sum her mær kærur var,
og syngja við títt hásæti:
Í ævir, Gud, við tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin