Í angist Jesus bað har í Getsemane

Orð: John R. Clements
Lag: Bentley DeForest Ackley
Týtt: Árni Jacobsen

1. Meðan skýming fall yvir urtagarð,
mín Meistari, Jesus, á knøum var,
í angist til faðir sín bøn hann bar,
nú av sínum egnu hann svikin var.

Niðurlag: Getsemane, Getsemane,
har Jesus í deyðaangist var.
Mær fellur tár, tá eg minnist teg,
Getsemane, Getsemane.

2. Meðan skýming fall yvir urtagarð,
nýggj vón fyri menniskjum tendrað varð.
Sum offur hann bar sína egnu sál
og tømdi á botn hesa beisku skál.

3. Meðan skýming fall yvir urtagarð,
hans kærleikaljós gjøgnum loftið skar.
Hann eina í angist og sveitta leið,
vann frelsu til tey, ið hann kendu ei.