Í bankum liggja nógvar milliónir

Orð: Halfdan Rasmussen
Lag: Vagn Skovlund
Umyrkt úr donskum: Andreas Andreasen

1. Í bankum liggja nógvar milliónir,
í mínum lumma liggur ikki ein.
Har liggur bert ein pungur uttan krónur,
eitt álkunev og fýra lundabein.

2. Har liggja tríggir tinnusteinar smáir,
eitt lítið krit, ein proppur og ein tonn,
ein nagli og tveir kúvingar so gráir
og felliknívur til at flysa hvonn.

3. Í bankanum har telja teir og telja,
tað mátti verið bankað keðiligt,
í lummanum er meira í at velja,
og alt er ymiskt og er ymiskt litt.

FavoriteLoadingGoym tekstin