Í barmi mær býr einki gott

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í 1990.

1. Í barmi mær býr einki gott,
har eigur syndin miklan mátt;
øll hugsan, orð og hvør mín gerð
– alt samalt syndadálkað er.
So sárt meg nívir syndatrá,
sum hvørja stund meg herjar á.

2. Ja, líti eg at sjálvum mær,
eg síggi bert eitt lasafar
og tekki onga leið at gá,
bert heljar lokur opnar stá,
tí misgerð mín og øll mín synd
mær lokað hava himnagrind.

2. Men líti eg av sjálvum mær
– ófatiligt at hugsa sær,
tá tekki eg ein frelsarmann,
– tann einasta, mær hjálpa kann;
hann borið hevur mína skuld,
í honum øll mín synd er huld.

3. Tað blóð, sum rann á krossartræ
hin dapra langafríggjadag,
tann droyri reinan gjørdi meg
og legði ljósan lívsins veg.
Tí, Jesus, ert tú øll mín troyst,
tú meg frá deyða hevur loyst.

4. Guds náði opinberað er
í Jesu miklu sáttargerð.
At henda náði frelsa man,
tað er tann trúgv, meg ugga kann.
Guds náðigáva her í verð
mær ævigt lív í Kristi ber.

5. Bønhoyr meg, kæri Harri Krist:
í himmiríki veit mær vist,
tá foldum frá eg fara skal,
tú leið meg í tín himnasal.
Gud gevi har eg syngja má
tær, Lambi Guds, halleluja!

FavoriteLoadingGoym tekstin