Í barmi mínum

Orð og lag: Björn Afzelius
Týtt: Jóannes Jakobsen

Havi ferðast her í Føroyum
vitjað hvørja bygd
havi sæð hvussu føroyingar liva
gekk á bygdarvegi
ímillum gomul hús
har angar av nýslidnum bøi

Eg stóð á fjallatindi
hugdi út yvir dal
síggi hvussu stórbært alt er
men eg sá aldrin nakað vakrari
enn tað ið andar her
eg sá aldrin nakað vakrari
enn teg mítt rika land

Eg havi mangan ballast
við vinum uttan haft
eg havi reypað og sungið
mínar sangir
roynt flest allan mjøð
ið gav mær timburmenn
so manga magnyl eg mátti svølgja

Í barmi mínum brennur
tann logsul eftir tær
ið gav mær manga góða løtu her
men eg sá aldrin nakað vakrari
enn tað ið andar her
eg sá aldrin nakað vakrari
enn teg mítt rika land

Í barmi mínum…

Uttanlanda var eg
flogin millum lond
eg sá hvussu skilið var í Chile
tá stóð eg har í sakni
eg vildi sleppa heim
har fuglurin frælsur
sigst at flúgva

Tí í barmi mínum brennur..

FavoriteLoadingGoym tekstin