Í barnaárum lívið blómar

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jens Guttesen

1. Í barnaárum lívið blómar,
og verðin smílir, lær og ljómar.
Í sjónarringi andin hómar
í trúgv eitt himmalskt land, sum barnahjartað nam.

Niðurlag: Himmalska lyftisland,
teg barnatrúgvin fann,
tú ungdómshjartað vann,
– tí har býr Jesus!
Ja, manndómsár
og síðan gráu hár,
meg minna um eitt ævigt, himmalskt vár!

2. Í ungdómsárum birtast dreymar,
í loyndum kveikjast kenslur eymar,
og vónin, sum í brósti streymar
so tráandi í trúgv mót himmalhæddum ber.

3. Í manndómsárum tíðin trýtur,
og stúran stundum hjartað nítur,
men gjøgnum alt seg trúgvin brýtur
og festir eyga aftur lyftislandið á.

4. Í ellisárum minkar megin,
og mangt kann dimma trúarvegin,
tó altíð floymir himmalgleðin
í hjarta inn, tá trúgvin lyftislandið sær.

FavoriteLoadingGoym tekstin