Í Betlehem á nátt eitt fjós

1. Í Betlehem á nátt eitt fjós
má ferðafólki hýsa,
har kveikt var tá hitt halga ljós,
sum yvir heim skal lýsa.
Har hirðar goyma seyð á ong,
teir hoyrdu fagran einglasong:
«Guðs friður yvir foldum!»

2. Vit gingu øll á døkku leið,
og vandi var í hendi,
men Harrin okkum gloymdi ei,
hann bjargan okkum sendi;
tað barn, sum kom á jørð um jól,
nú er vár skjøldur og várt skjól,
hans navn er Jesus Kristus.

3. Tey fagnarboð um heimin blítt
av vinum Guðs útborin,
tey eru nú um verøld vítt
eitt sigurstekin vorðin,
Guðs sonur, sum í krubbu lá,
á jørð og himli hevur ráð
og til sín øllum býður.

4. Tí halda Guðs børn sær á gleim,
hoyr gleðisongin ljóða:
Upp til sítt fagra himlaheim
oss Jesus hevur bjóðað.
Har tagna suff, har torna tár,
har grøðist hvørt eitt hjartasár,
ja, har er einans sæla.

5. So ljóði vítt um fjøll og fjørð
úr bygdum og av vági:
«Guðs friður yvir frelstu jørð!»
Guð hjálpti oss í náði,
tá Jesus tók sær mannahold
og bjargan bar til falnu fold.
Um ævir tøkk hann fái!

Mikkjal á Ryggi

FavoriteLoadingGoym tekstin