Í Betlehem í Dávids stað

Orð: Simon Michael Zachariasen
Lag: C. Balle / Nú ringja klokkur jólafest

1. Í Betlehem, í Dávids stað
har birtist ljós til kláran dag;
tað lýsti yvir myrku vrá
og hirðar mundu undur sjá.

2. Og himnaljósið skein so bjart,
so alt varð ljóst, sum fyrr var svart.
Har einglar sungu jólaboð.
Lær Jesus meg at syngja so.

3. Tað ljómaði so milt og søtt:
“Maria hevur Jesus føtt”
Har hirðar hoyrdu einglasong
um miðja nátt á grønu ong.

4. Tey gleðiboð frá himna høll
bar einglaskarin vítt um vøll;
um náðiboð úr Dávids stað
tí syngja vit enn hjartans glað.

5. Um jólaboð úr Dávids bý
vit syngja nú við tungum ný’,
tað einglar áður sungu út:
“Lov, tøkk og prís tær veri, Guð”

FavoriteLoadingGoym tekstin