Í búna dýrum mín Harri er

Orð og lag: Henry Barraclough
Týtt: Victor Danielsen

1. Í búna dýrum mín Harri er,
av myrra angar hann;
tað gleði djúpt mær í bróstið ber
og heilt mítt hjarta vann.

Niðurlag: Úr hinum fílabeinshøllum har
í eina sorgarverð –
hvat uttan bert tín kærleiki,
Jesus, dró teg her!

2. Men beiska sorg kendi Harri mín –
sum aloe talar um;
rørd minnist sál mín til deyða tín
á harða krossinum.

3. Og heilsubót hekk við búna tín –
vit minnast kassia nú;
ja, mangan ók hesin fótur mín,
men upp meg reisti tú.

4. Í búna dýrum hann skjótt ein dag
skal koma eftir mær
og taka meg til hin gylta stað
at búgva ævigt har.

FavoriteLoadingGoym tekstin