Í búri

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein

1. Kúrir tú lítli songfuglur mín,
fjaðursárur í búri,
tagnaði røddin føgur og fín,
lítið er tær nú um mjøðin og vín,
songfuglur mín,
skerdur í fangabúri.

2. Minnist tú leikin um grønan vøll,
fjaðursárur í búri,
minnist tú gil og dalar og fjøll,
lætt var títt flog og rødd tín snjøll,
– minnini øll
fána í fangabúri.

3. Durvar tú longu, høvd undir vong,
fjaðursárur í búri,
kanska tú droymir um fuglasong,
ástarleik yvir grønu ong
árini mong –
sloppin úr fangabúri.

FavoriteLoadingGoym tekstin