Í dag enn tolin Jesus stendur

Orð og lag: Ruth Caye Jones
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: In times like these

1. Í dag enn tolin Jesus stendur,
tær rættir sínar særdu hendur.
Ver vísur í, ver vísur í,
at hús títt væl er bygt á tryggan klett!

Niðurlag: Og hesin kletturin Jesus er,
ja, hesin kletturin Jesus er.
Ver vísur í, ver vísur í,
at hús títt væl er bygt á fastan klett!

2. Í dag tær tørvar dýra orðið,
sum mongum hevur frelsu borið.
Ver vísur í, ver vísur í,
at hús títt væl er bygt á tryggan klett!

3. Í dag eg vitna kann við gleði,
eg gangi nú á himmalvegi.
Í dag eg veit, við vissu veit,
at hús mítt væl er bygt á tryggan klett!

Niðurlag: Og hesin kletturin Jesus er,
ja, hesin kletturin Jesus er.
Í dag eg veit, við vissu veit,
at hús mítt væl er bygt á tryggan klett!

FavoriteLoadingGoym tekstin