Í dag vil eg prísa Tær, Frelsari mín

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Í dag vil eg prísa Tær, Frelsari mín,
sum meg frelsti og leiddi á beint,
og líta hvønn dag á Títt reinsandi blóð,
í morgin kann vera ov seint.

Niðurlag: Ov seint, ov seint, í ævir ov seint,
mangur rópar í angist og neyð!
Ov seint, ov seint, -stongd varð frelsunar hurð,
tí at bíðað til fánýtis varð.

2. Í dag vil eg vitna um Jesus, sum bar
ta synd, sum meg særdi so meint;
og peika á frelsu úr glatanar nátt,
í morgin kann vera ov seint.

3. Í dag vil eg rætta í bøn eini sál
Guðs frelsu og leiða á beint.
Í dag vil eg mana teg: Vend tær til Guð,
í morgin kann vera ov seint!

FavoriteLoadingGoym tekstin