Í dag vitjar Jesus títt hjarta

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Margo Joensen

1. Í dag vitjar Jesus títt hjarta
og saknar Sítt verk finna har!
Hann spyr teg: Hvar er ljósið bjarta,
eg vísti tær á Golgata?

Niðurlag: Í dag, ja, í dag mást tú virka;
í dag má títt ljós lýsa bjart!
Í dag, ja, í dag mást tú hjálpa,
útbreiða hitt Orðið so kært.

2. Í dag mást tú gera Hans gerning,
í dag kallar neyðin á teg!
Í dag ganga lívstroyttar sálir
og sóknast til friðarins veg.

3. Í morgin kann vera, ei fleiri
góð høvi her meir bjóðast tær,
og tá skalt tú ævigt ei náa
tey mongu, sum bíðaðu tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin