Í dalinum ein smátta lá

Í dalinum ein smátta lá
drongur út um gluggan sá
haran kom so løtt á tá
bankaði uppá

Góði drongur lova mær inn
annars skjýtur maðurin
lítla hara kom til mín
rætt mær labba tín

Maður fram at glugga gekk
byrsan yvir herðar hekk
spurdi hvar í haran var
væntaði sær svar

Maður far avstað við tær
haran verður her hjá mær
maður heim úr haga gekk
onga haru fekk

FavoriteLoadingGoym tekstin