Í dalinum hugtungur gekk eg

Orð: Sámal á Toftini
Lag: Hallgrím Miðberg

1. Í dalinum hugtungur gekk eg
og hugsaði um, hvat var hent,
um gleðina, friðin so søtan,
sum hjarta mítt fyrr hevði kent.
Eg mintist tær signaðu løtur,
tá Jesus, eg fylgdist við tær,
so lættar mær kendust tær gøtur,
alt fagurt og ljóst tú vart mær.

2. Men heimurin lokkandi dró meg,
og høvdingi hans dugdi væl.
„Hygg alt tað, sum hjarta títt krevur,
tað er her, tú eiga tað skal.
Tær nýtist ei hugsa um annað
enn bara at hava tað gott.“
Men eitt var, hann ikki mær segði,
at einaferð ævig er nátt.

3. Og longri og longri burt fór eg,
í syndum og lystum eg svav
og royndi at skúgva tað frá mær,
at lív títt tú fyri meg gav.
Men myrkrið bert seig meira um meg,
tí syndin, hon helt mær so fast,
tá brádliga skein gjøgnum myrkrið
av Himlinum ljósið so bjart.

4. Tá talaði Harri, tú, við meg
og vísti mær hæddina á.
Tú baðst meg at hyggja upp hagar
og siga tær, hvat ið eg sá.
Eg eygunum vendi mót Himli,
sá tindrandi, stjørnufult hav
og hválvið, so fagurt av litum –
ein forsmakk av dýrdini gav.

5. Har uppi, áh, Jesus, tú goymir
ein ævigan bústað til mín,
tí við tínum blóði tú keypti
tey burtvilstu aftur til tín.
So trygt og so væl tú skalt leiða
tey fram fyri Faðirin har.
„Hygg øll tey, tú gavst mær at eiga,
um ævir tey verða mær nær.“

FavoriteLoadingGoym tekstin